Kunnu flúgva 150 tons av farmi úr Danmark til Føroya um vikuna

Nýggja farmaleiðin millum Vágar og New York letur upp fyri nýggjara farmaleið við flogfari millum Danmark og Føroyar

 

 

Lastarúmið í einum Boeing 757 flogfarið

Tað sigur Birgir Nielsen, sum er stjóri í nýggja flogfelagnum, sum enn hevur navnið »P/F 07.07.2021«. Navnið hjá flogfelagnum verður kunngjørt, tá flogfarið er keypt, væntandi um tvær til tríggjar vikur. 

Nevndarformaður í flogfelagnum er Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Nevndarlimir eru Rúni Martinsson Hansen, sum er nevndarformaður í Bakkafrost og stigtakararnir til flogfelagið, Andrew Djurhuus, Hans Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett og so er Birgir Nielsen stjóri í felagnum.

Les eisini: Um at koma á mál fyri farmaflogfarinum

Birgir Nielsen sigur, at flogleiðin kann bera seg bara við farminum frá Bakkafrost. Men teir hava sjálvandi eisini ætlanir um returfarm úr New York. Men tað er neyvan grundarlag fyri 150 tonsum av farmi úr New York til Føroya um vikuna, men tað er nógvur farmur millum New York og Evropa, og har ætlar felagið at bjóða seg fram.

– Tað gevur okkum so møguleika at flúgva millum Danmark og Føroyar við farmi fimm ferðir um vikuna. Tá vit hava flogið úr Føroyum til New York og úr New York til Evropa, so er tað so heilt nátúrligt at flúgva úr Danmark til Føroya, sigur Birgir Nielsen.

 

##med3##

– Vit ætla at bjóða føroysku vinnuni nakað heilt annað við at fáa skjótar vørur heim, sum ikki hava kunna farið loftvegis, so sum eykalutir til vinnuna ella frukt og annað slíkt, sigur Birgir Nielsen, sum er øgiliga spentur uppá at koma í gongd.

– Vit eru sera fegnir um, at Bakkafrost valdi at koma við okkum, tí uttan eitt so trygt grundarlag við farmi, so hevði tað als ikki borið til, sigur hann.

Hann heldur onga iva vera um, at hetta fer at broyta nógv.

– Vit fara at seta okkum í samband við innflytarar og greiða frá nýggja møguleikanum. Vit kunnu garantera veitingatrygd, tí vit fara at flúgva fastar dagar. Og vit kunnu garantera, at fyritøkur í Føroyum kunnu fáa pláss við flogførunum hjá okkum, tí tað er so nógv pláss, sigur Birgir Nielsen.

Enn hevur felagið ikki tikið støðu til, hvar støðin hjá flogfarinum fer at vera.

– Vit hava samstarv við útlendskt felag, sum fer at taka sær av tí tekniska. Vit fara ikki at hava okkara egna flogloyvi, men gera sum Atlantsflog gjørdi, tá tey byrjaðu og flugu upp á flogloyvi hjá Cimber Air. Vit hava eitt evropiskt flogfelag, sum vit samstarva við, ið fer at hjálpa okkum við tí, sigur Birgir Nielsen, sum leggur afturat, at støðin kann vera í Danmark, í Íslandi ella í USA. Men okkurt viðlíkahald verður sjálvandi gjørt í Føroyum, men tá felagið ongan hangar hevur, og tá flogfarið er so stórt, at tað ikki passar inn í hangarin hjá Atlantsflog, so verður tað avmarkað, hvat gerast kann í Føroyum.

 

##med2##

Birgir Nielsen sigur, at tey enn eru í eini samráðingarstøðu, so hann fær ikki upplýst prísin á flogfarinum. Men hann sigur tó, at ein broyting, sum koronufarsóttin hevur havt við sær fyri flogvinnuna er, at farmaflogfør nú eru dýrari at keypa enn ferðafólkaflogfør. Tað er heldur ikki bara sum at siga tað at umbyggja ferðafólkaflogfør til farmaflogfør, hóast nógv verður gjørt av tí. Um tú til dømis keypir eitt gott ferðafólkaflogfar fyri 30-40 milliónir, so kostar tað einar 100 milliónir at umbyggja tað til farmaflogfar, sigur Birgir Nielsen.

– Vit trúgva upp á tað, hava roknað tað væl út, og tað hongur saman, sigur stjórin. 

 

Sum nevnt í grein á in.fo fyrr í dag, so hevur felagið tveir flogskiparar millum stigtakararnar. Men felagnum fer at tørvar einar 10 flogskiparar afturat.

– So tað verður brúk fyri nógvum fólki, men ikki nógvum øðrum, tí vit útveita tað tekniska, so tað er fyrst og fremst flogskiparar.

– Vit trúgva upp á, at hetta fer at broyta nógv við logistikkinum til og út Føroyum, sigur Birgir Nielsen, stjóri í nýggja flogfelagnum, sum væntandi fær sítt fyrsta flogfar í hesum mánaðinum.

 

Lastarúmið í einum Boeing 757 flogfarið

Farmaflogfarið, sum nýggja føroyska flogfelagið ætlar at keypa, er sama slag sum hetta Boeing 757 hjá Icelandair

Birgir Nielsen er stjóri í nýggja flogfelagnum, sum fyribils hevur datonavnið P/F 07.07.2021. Tá sáttmálin um flogfarið er undirskrivaður seinni í mánaðinum, verður navnið kunngjørt