Kunnu ikki avhoyra gentuna enn

Tann sjey ára gamla gentan, sum slapp við lívinunm, tá foreldur hennara vórðu myrd í Fraklandi í síðstu viku, er komin fyri seg, men hon er tó ikki so væl fyri, at løgreglan sleppur at avhoyra hana.

Zainab al-Hilli hevði skallabrot og var skotin ígjøgnum økslina. Franski ríkisákærin, Eric Maillaud, sigur, at løgreglan fer sjálvandi ikki at avhoyra gentuna, fyrr enn læknarnir siga tað vera ráðiligt. Talsmenn fyri fronsku løgregluna hava fyrr sagt, at teir vóna, at gentan kann koma við onkrum upplýsingum, sum kunnu hjálpa myndugleikunum at avdúka, hvat hendi hendan dagin í teimum fronsku Alpunum.

Franska tíðindastovan skrivar, at tey fýra, sum vórðu funnin deyð, vóru skotin við somu skammbyrsu, og at talan er um eina byrsu av eldri slagi.