Kunnu ikki krevja at øll eru teldusnillingar

Pensjónistarnir missa yvirlitið yvir sína egnu fíggjarstøðu, um teir ikki fáa brøv frá bankanum, sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista.

Talgildu Føroyar blívur meiri og meiri ein veruleiki, men tað er ein avbjóðing hjá teimum eldru í samfelagnum og øðrum, sum ikki eru teldukøn. Meiri og meiri samskifti verður nú sent elektroniskt umvegis skipanir sum MínBoks, og seinast í røðini er, at BankNordik boðar frá, at frá 1. oktobur gevst bankin at senda brøv til kundar sínar.


Landsfelag pensjónista harmast hesa avgerð, tí hetta fer í stóran mun at raka teirra limir. Tað heldur Beate L. Samuelsen, sum er forkvinna í felagnum.


- Fólk frá bankanum hava verið á fund við okkum um broytingarnar, men tað er greitt, at hetta fer at ávirka okkum pensjónistar nógv, sigur nývalda forkvinnan í Landsfelag Pensjónista.


Hava ikki teldu
Hon vísir á, at mong eldri fólk als ikki eiga teldu, teldil ella snildfon og nýta tískil ikki netbankan, sum nú verður samskiftismiðil hjá bankanum.


- Vit gjørdu vrøvl, tí at mong okkara als ikki hava teldu, og nógv av teimum, sum hava teldu, tora ikki at nerta við tær, sigur hon.


Gamaní hevur BankNordik bjóða sær at koma út at halda skeið fyri teimum, sum ikki duga at brúka netbankan, men Beata L. Samuelsen ivast í, um tað fer at hjálpa stórt.


- Eg vil siga, at nógv eldri fólk, kanska serliga tey yvir 75 ár, hava kanska ongantíð rørt eina teldu. Hvat skulu tey gera? Og so skulu tey fáa eina rokning upp á 20 krónur um mánaðin, sum skal gjaldast av eini pensjón, sum ikki er serliga høg frammanundan, sigur hon.


Beate L. Samuelsen heldur, at hetta er øgiliga keðiligt fyri pensjónistarnar.


- Tey missa nú fullkomiliga yvirlitið yvir fíggjarligu støðuna hjá sær. TAKS sendir heldur ikki brøv út. So tá vit nú mugu í bankan at kanna kontuna, so fáa vit einans upplýst, hvussu nógv er á kontuni, ella hvussu nógv er komið inn á kontu. Tað einasta tey so varnast, er at upphæddin, sum er komin inn, ikki samsvarar við tað, tey skuldu fingið í eftirlønargjaldið, tí tey síggja ikki, at skattur, kringvarpsgjald, heilsutrygdargjald og so framvegis alt er tikið av pensjónini longu, greiðir hon frá.


Hava langan veg til bankan
Forkvinnan hjá pensjónistunum vísir á, at við hesum verður bankin fluttur uppaftur longur burt frá elstu kundunum.


- Nógvar gamlar bankadeildir eru “lukket og slukket,” so eingin banki er í bygdini. Pensjónistar í Sandvík mugu heilt upp á Tvøroyri. Og tá tey so koma hagar, so fáa tey at vita, at tað ikki stendur so nógv á kontuni, sum tey hildu. So hetta er synd fyri ein part av pensjónistunum, sigur hon.


Talgildingin av Føroyum er heilt greitt ein avbjóðing fyri teir elstu føroyingarnar, heldur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista.


- Hetta er ein stór avbjóðing fyri ein part, tí tey fáa ikki øll fylgt við. Man kann ikki krevja, at tey øll skulu vera teldusnillingar, nógv teirra tora kanska als ikki at tendra eina teldu. Nógv fáa kanska eisini ein teldil frá børnum ella abbabørnum, tí tað skal vera so smart, men sannleikin er, at tað hjálpir nógvum líka lítið. Tey takka fyri og eru glað um gávuna, men í stóran mun verður hon verandi ónýtt, sigur hon.


- At koma og geva teimum eitt skeið munar lítið, tí bara eina viku seinni kunnu tey longu hava gloymt alt. Tey skilja ikki ein pinn kortini, nógv teirra megna ikki at fylgja við, tí tað kortini blívur ov tekniskt, sigur Beate L. Samuelsen.