Kunnu ikki vera bekent at virða børnini so lítið

Tað ber heldur ikki til at leggja barnaansingina til kommunurnar, uttan so at peningur fylgir við. Annars hava fáar kommunur ráð at skipa ella menna barnaansingina, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningum um barnaansingartrupulleikarnar

Ólavur í Beiti


Fyrradagin setti Heðin Mortensen fyrispurning fram viðvíkjandi barnaansingini, og vil hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, hvat landsstýrið ætlar at gera fyri at nøkta stóra tørvin á barnaansing? Um svarið er ja, nær verður tað so gjørt? spyr Heðin Mortensen, og er svarið nei, hví ætlar landsstýrið ikki at loysa barnaansingartrupulleikan? vil Heðin Mortensen hava at vita.

Í viðmerkingunum sigur sambandstingmaðurin, at tað hevur leingi verið kent, at barnaansingartrupulleikarnir eru overhonds stórir. Í farnu viku vísti sjónvarpið aftur á trupulleikan, og m.a. var formaðurin í barnaverndini í Havn, Finnur Helmsdal, á skíggjanum. Hann segði, at foreldur vóru so illa fyri, at tey tóku tiltøk, sum kundu vera lívshættislig fyri barnið.


Sjón fyri søgn

? Og kvøldið eftir hevði sjónvarpið aftur eitt innslag, har vit sóu sjón fyri søgn. Foreldur lata børnini sita í bilinum, meðan tey eru til arbeiðis!!!!

? Álvaratos, samfelagið kann ikki vera bekent at virða børnini so lítið, at tey skulu sita í einum bili, í trygdarseðlum, í fleiri tímar, meðan foreldrini eru til arbeiðis. Hvat kann ikki henda í eini slíkari støðu?

Heðin Mortensen vísir á, at Tórshavnar Býráð hevur gjørt nógv fyri at fáa tamarhald á barnaansingartrupulleikanum í høvuðsstaðnum. M.a. eru býlingshús útbygd, og eitt nýtt býlingshús er bygt. Men tað torskilda í øllum hesum er, at landsstýrið játtaði pening til at byggja tað nýggja býlingshúsið fyri, men ikki til raksturin. Tað er burturvið, tí almenni parturin er hóast alt 35 prosent.


Ringasti tørvurin

? Eg veit, at Helena Dam á Neystabø fleiri ferðir hevur sagt, at barnaansingin skal leggjast til kommunurnar at umsita. Men nær tað verður, er ikki greitt, og so leingi sum verandi skipan er, sum hon er, so hevur landið skyldu at vera við til at loysa trupulleikan.

? Tað ber heldur ikki til at leggja barnaansingina til kommunurnar, uttan so at peningur fylgir við. Annars hava fáar kommunur ráð at skipa ella menna barnaansingina. Eg haldi, at vit eru komin til markið, sum vísir, at tørvurin á barnaansing er so stórur, at nógv meir má gerast fyri at loysa hann, enn gjørt verður nú.

? Eg kann leggja aftrat, at formaðurin í barnaverndini í Havn er limur í samgonguni, og tí skuldi verið lagað manni at fingið loyst, um ikki annað tann ringasta tørvin, sigur Heðin Mortensen at enda í viðmerkingunum.