Kunnu lækka prísin hjá Atlantsflogi heili 77%

FERÐASEÐLAPRÍSIR Varð Atlantsflog rikið á sama hátt, sum Strandferðslan kundi prísurin á ferðaseðlum verðið lækkaður heilt munandi

- Tað ber væl til at lækka prísin á ferðaseðlum við Atlantsflogi munandi.
Tað er Janus Rein, løgtingsmaður fyri Framsókn, púra sannførdur um.
Umframt at vera tingmaður, er Janus Rein eisini flogskipari hjá Atlantsflog og tí viðgekk hann, at skeggið er nakað nær høkuni.
Av tí sama vildi hann heldur ikki nevna flogfeløg við navni, tá ið Løgtingið umrddi uppskotið frá Javnaðarflokkinum um at lækka prísstøðið í Føroyum.
- Men eg kenni til umstøðurnar og eg eri sannførdur um, at er endamálið at fáa bíligari flogferðaseðlar, kann tað gerast í eini handavending, sigur hann.

Atlantsflog ein ræðumynd
Tá ið tosað verður um, hvussu dýrt alt er í Føroyum, verða ferðaseðlarnir hjá Atlantsflogi ofta drignir fram sum ein ræðumynd.
- Tað eru nógvir politikarar, sum válka sær í hesum og lova bíligari flogferðaseðlar fyri at fiska atkvøður.
- Men enn hevur ongin gjørt nakað við tað, staðfestir Janus Rein.
Men hann staðfestir, at í turrum tølum kostar tað einar 250 milliónir at reka flogferðsluna til og úr Føroyum.
Keypir tú fyri 100 krónur í ferðaseðlum við einum av skipunum hjá Strandferðsluni, rindar tað almenna 349 krónur afturat í stuðuli.
Í hesum roknistykkinum eru bara skipini tald við. Sostatt eru bygdaleiðir, farstøðir, havnarløg og pakkhús og onnur hús, ikki tald við.
- Keypir tú ferðaseðlar fyri 100 krónur frá Strandferðsluni, er veruligi kostnaðurin fyri hann sostatt 449 krónur.
Men keypir tú fyri 100 krónur í flogferðaseðlum, krevur landið seks krónur í ferðaavgjaldið og 13 krónur til at reka flogvøllin fyri.
- Hvørja ferð, tú keypir flogferðaseðlar fyri 100 krónur, krevur landið sostatt 19 krónur burtur av.
Sostatt er 81 krónur tann veruligi kostnaðurin fyri ein flogferðaseðil upp á 100 krónur.
- Tá er ikki roknað við einari krónu í yvirskoti til flogfelagið.
- Men kastar landskassin so harafturat líka nógvan pening í flogfelagið, sum hann kastar í Strandferðsluna, hevði tann dýrasti ferðaseðilin til Keypmannahavnar og aftur, sum nú kostar yvir 5.600 krónur, lækka niður í einar 1.289 krónur tilsamans. Og tann bíligasti ferðaseðilin, sum nú kostar 2.300 krónur, hevði kostað einar 512 krónur.
- Hevði flogfelagið verðið rikið eftir sama leisti sum Strandferðslan, hevði hetta hevði verið prísurin at flúgva ímillum Føroyar og Danmark.
- Munurin er bara, at hvat Strandferðsluni viðvíkur, rindar landskassin eina stóra upphædd í stuðuli til hvønn ferðaseðil, men tá ið tað ræður um flogferðsluna, krevur landskassin eitt stórt avgjald av hvørjum ferðaseðili.
Hann leggur kortini afturat, at varð Atlantsflog rikið á sama hátt sum Strandferðslan, hevði tað kostað landskassanum 124 milliónir í stuðuli.

Lækka 17 % beinanvegin
Janus Rein sigur, at vilja vit hava bíligari ferðaseðlar, kundi fyrsta stigið verið at avtikið ferðaavgjaldið, sum er einar 14 milliónir um árið.
- Varð tað avtikið, kundi ferðaseðilin lækka eini 7% beinanvegin.
- Men verða flogvøllur og farstøð og hangarar løgd á fíggjarlógina, akkurát, sum farstøðir og havnir og pakkhús hjá Strandferðsluni, hevði floferðaseðilin lækka eini 10% afturat.
- Men bíligari ferðaseðlar høvdu eisini ført við sær fleiri ferðafólk og sostatt betri rakstur og tað hevði helst elvt til eina príslækking upp á eini 10% afturat.
- Sostatt ber til í eini handavending at skarva ein fjórðing av ferðaseðlaprísinum.
Janus heldur, at hetta hevði verið ein øgiligur vinningur fyri samfelagið.
- Tað hevði ment ferðavinnuna, men bíligari ferðaseðlar út í heim, er eisini ein lykil til at fáa fleiri fólk at flyta heima aftur til Føroya at búseta seg, sigur Janus Rein.
- Endamálið eigur at vera at bera so í bandi, at tað skal bera til at arbeiða uttanlands og samstundis búgva og vera skattaborgari í Føroyum og í hesum sambandi eru
bíligari flogferðaseðlar lykilin til at røkka tí endamálinum.

Ræðist ikki kapping
Annars eru tað fleiri sum halda, at bara kapping verður í flogferðsluna og okkurt annað flogfelag ferð at flúgva á Føroyarutuni, verða ferðaseðlarnir bíligari, tí so verður kapping.
- Kapping er sunn, og fyri mær skulu onnur vera vælkomin at kappast á Føroyarutunum.
Hinvegin ivast hann í um flogfeløg fara at koma hendavegin, tí ferðaavgjøldini eru so høg.
- Vanliga stýra flogfeløg í einum stórum boga uttanum lond og flogvallir við høgum ferðaavgjøldum.
Harafturímóti stúrir Janus Rein ikkis serliga illa fyri, at okkurt flogfelag kemur hendavegin og beinir fyri Atlantsflogi í einum prískríggi.
- Fíggjarliga er Atlantsflog eitt serstakliga væl kjølfest flogfelag og skal okkurt annað flogfelag hendavegin, fer tað at kosta tí einar 150-200 illiónir at fáa bilbukt við Atlantsflog og tað vænti eg ikki, at nakar hættar sær í holt við, segði Janus Rein.