Kunnu missa fjórða Champions League plássið

Liðini í Premier League byrja nú at óttast fyri, at vánaligu úrslitini í Evropa fara at hevna seg

Í mong ár hevur tað verið givið, at besta enska fótbóltsdeildin, Premier League hevur havt fýra pláss at kappast um til Champions League kappingina árið aftaná, men hetta kann nú verða í vanda.

 

Bretska blaðið "The Guardian" skrivar, at væntandi úrslitini hjá teimum ensku liðunum í teimum evropeisku kappingunum ger, at Premier League nú er í vanda fyri at missa fjórða plássið í Champions League kappingini. Samstundis gera feløgini í Italia og Týsklandi tað gott, og hetta kann í síðsta enda merkja, at Ongland í 2017 bert fær trý pláss í Champions League.

 

Um vánaliga gongdin heldur fram, so verður tað fyrstu ferð, síðani kappingarárið 2001-2002, at Ongland ikki hevur fýra lið við í Champions League kappingini. 

 

Hvørt UEFA-limalond hevur ein roknskap fyri úrslitini í Champions League og í Europa League. Og fellir tað soleiðis, at Týskland og Italia halda fram við at økja í roknskapinum, samstundis, sum Ongland fellir, so missir Ongland fjórða Champions League plássið.

 

Tað eru serliga úrslitini í Europa League, sum gera, at tað kann koma at mangla í hjá Onglandi. Tað hjálpir ikki ensku søkini, at bæði West Ham United og Southampton longu eru sligin út av kappingini, áðrenn bólkaspælið er byrjað. Tí spæla Liverpool og Tottenham veruliga fyri enska roknskapinum í Europa League kappingini hetta kappingarárið.