- Samstarvið millum Føroyar og Ísland kann styrkjast munandi.
Hetta vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Guðlaug Þór Þórarson, íslendskur uttanríkisráharri, samdir um, tá teir hittust í Reykjavík í gjár.
Tað sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi nú seinnapartin.
At íslendska uttanríkisráðið nú leggur síðstu hond á eina frágreiðing um, hvussu sambandið við Føroyar kann betrast, er tekin um ein positivan hugburð til íslendskt-føroyskt samstarv, heldur løgmaður.
- At íslendingar seta tíð av at arbeiða við viðurskiftunum við okkum, vísir greitt, at tey virðismeta sambandið við føroyska samfelagið og vilja styrkja tað, segði løgmaður eftir fundin.
Millum umrøddu møguleikarnar fyri øktum samstarvi vóru millumlandahandil, flutningsvinna, fiskivinna, alivinna, gransking og útbúgving umrødd.
Fundurin við íslendska uttanríkisráðharran kom í kjalarvørrinum av ráðharrafundi í arktiska ráðnum, sum eisini var í gjár.