Kunnu søkja um jólahjálp

Frá í dag og fram til 10. december ber til at søkja um jólahjálp

Aftur í ár ber til hjá fíggjarliga sperdum familjum at søkja um jólahjálp.

Eins og undanfarin ár kunnu allar barnafamiljur, ið eru hart sperdar fíggjarliga, søkja um at fáa stuðul til at halda jól.

Hetta kunnu familjurnar gera frá í dag av klokkan 18.00 og fram til 10. december. Til ber at søkja um jólahjálp við at fylla út eitt serstakt umsóknarblað á heimasíðuni takk.fo. 

Ætlanin er, at øll tey sum søkja, skulu hava fingið svar frá hjálparbólkinum tann 13. december.

Felagskapurin Í menniskjum góður tokki hevur seinastu 3 árini latið 2,8 milliónir í jólahjálp til fíggjarliga sperdar familjur. Jólahjálpin verður latið í gávukortum til handlar har matur og jólagávur kann keypast.