Kunnu taka pengar úr Als til Suðuroyartunnilin

Hetta fer at gera tað nógv lættari at fíggja hann, heldur búskaparfrøðingur

Als kann vera við til fíggja Suðuroyartunnilin. Tað heldur Mourits Joensen, búskaparfrøðingur. Á borgarafundi um tunnilin nú um vikuskiftið, helt hann, at hetta er ein møguleiki, politiska valdið eigur at umhugsa.

 

Hann vísir á, at tað er ikki líka lætt hjá suðuroyingum at fáa arbeiði, sum tað er hjá fólki á meginøkinum. Tá ið Sandoyartunnilin er tikin í brúk, eru Føroyar tveir arbeiðsmarknaðir. Alt meginøkið er ein samanhangandi arbeiðsmarknaður, tí har er koyrandi ímillum, og so verður Suðuroyggin ein arbeiðsmarknaður fyri seg.

 

Hetta hevur stórar avleiðingar fyri Suðuroynna, tí tað vanliga er, at arbeiðsloysið í Suðuroy er eini tvey prosent hægri enn tað er í restini av landinum. Men tá ið kreppur hava verið, er støðan upp aftur verri, tí tá hevur arbeiðsloysið í Suðuroy verið nógv hægri enn í restini av landinum.

 

– Stórt arbeiðsloysi elvir til fráflyting, staðfestir búskaparfrøðingurin.

 

Øll, sum fáa løn, rinda eitt prosent av lønini til ALS og arbeiðsgevarar rinda eitt prosent av øllum lønum teir rinda, í Als. Sostatt fær Als einar 250 -300 í inngjaldi um árið.

 

Men ein avleiðing av støðuni er, at ein lutfalsliga stórur partur av arbeiðsloysisgjaldinum fellur niður í Suðuroy, tí har er arbeiðsloysið størri enn í restini av landinum. Annars er gjaldið úr ALS rættiliga lítið, tí vit hava at kalla einki arbeiðsloysið

 

Men heldur hendan gongdin fram, hevur ALS eina egingogn upp á einar tríggjar milliardir um eini 10 -15 ár og búskaparfrøðingurin spurdi um tað er neyðugt at hava so stóra eginogn, serliga nú arbeiðsloysið er so lágt. Støðan er eisini tann, at hóast arbeiðsloysið veksur nokk so fitt, er Als væl bjálvað til at rinda stuðul.

 

Tí heldur Mourits Joensen, at politikararnir kundu umhugsað at lækka gjaldið til Als niður í helvt í eini 10 ár, og so sett hina helvtina í ein grunn, sum skal verða við til at fíggja Suðuroyartunnilin. Tað hevði lætt munandi um byrðuna hjá Landskassanum, tí soleiðis kundu væl yvir 100 milliónir verðið útvegaðar til tunnilin – um árið í eini 10 ár.

 

Úrslitið av suðuroyartunlinum er, at vit fáa ein samanhangandi arbeiðsmarknað í Førouyum, tí tá kunnu suðuroyingar fáa sær arbeiðið norðanfjørð. Og tað merkir so aftur, at útreiðslurnar hjá Als til arbeiðsloysið í Suðuroynni fer at lækka, so tað er eisini ein vinningur fyri Als.