Kunnu velja, hvussu tey vilja hava frítíðarlønina útgoldnað

?Arbeiðsfólk, sum eru undir fastlønarsáttmála, kunnu velja, um tey vilja hava feriu við løn, ella um tey vilja hava vanliga feriuløn av allari lønini

 

Feriuløn


Tey arbeiðsfólk, sum eru løntir eftir einum fastlønarsátmála, kunnu sjálvi velja, hvussu tey vilja hava frítíðarlønina útgoldnað.

Á aðalfundinum á Føroya Arbeiðarafelag seinasta vikuskiftið kom fram, at nógv arbeiðsfólk, sum høvdu fastlønarsáttmála høvdu trupulleikar av frítíðarlønini.

?Tað er púra greitt eftir lógini, at øll tey, sum eru lønt eftir fastlønarsáttmálanum, kunnu frítt velja, antin tey vilja hava feriu við løn, ella um tey vilja hava 12% í frítíðarløn av allari lønini.

Tey, sum fáa feriu við løn, fáa bara ta føstu lønina í feriutíðini, umframt 1,5% afturat í frítíðarískoyti. Tey missa sosatt frítíðarløn av møguligari yvirtíð.

Teir arbeiðsgevarar, sum hava fólk lønt eftir fastlønarsáttmála vilja treyðugt geva fólki 12% í frítíðarløn.Teir vilja heldur lata arbeiðsfólkið hava feriu við løn umframt frítíðarískoytið upp á 1,5%.

? Serliga har tað er nógv yvirtíð, er nógvur peningur at spara hjá arbeiðsgevaranum, um fólkið fer í feriu við løn og so fær 1,5% afturat.

? Skulu tey hinvegin brúka hin møguleikan, og fáa 12% í frítíðarløn, er tað av allari lønini og tað kann skjótt verða nógv dýrari fyri arbeiðsgevaran.

Dømi varð nevnt um ein, sum fær 200.000 krónur í løn um årið, ella 16.666 krónur um mánaðin, eftir fastlønarsáttmálanum. Men afturat tí hevur hann 100.000 krónur um árið í yvirtíð.

Arbeiðsgevarin vil bara lata hann fáa feriu við løn. Sostatt fær hann bara 16.666 krónur í feriuløn, umframt 1,5% í frítíðariskoytið, ella slakar 20.000 krónur tilsamans.

Men hevði hann valt hiona skipanina og fingið 12% av allari lønini, hevði hann fingið 36.000 krónur í feriuløn

Á Aðalfundinum førdu fleiri arbeiðsfólk fram, at arbeiðsgevarin vildi ikki lata tey sleppa at velja, hvussu tey skuldu fáa feriulønina.

?Ongin arbeiðsgevari kann tvinga nakran, sum er løntur eftir føstum sáttmála, til at fara í feriu við løn, umframt 1,5% í frítíðarískoyti.

?Arbeiðarin hevur fullan rætt at nokta og at krevja 12% í frítíðarløn av allari lønini ístaðin. Hetta stendur heilt greitt í løgtingslógini um frítíðarløn.

? Tað er bara at boða arbeiðsgevaranum frá fyri 1. apríl, tá ið feriuárið byrjar, hvussu tey vilja hava frítíðarlønina útgoldnað.

Men mælt var til, at alt arbeiðsfólkið á hvørjum arbeiðsplássi sær, seta kravið fram í felag fyri ikki at leggja trýst á hvønn einstakan arbeiðara.