Kuno Fencker fer úr Siumut og í Naleraq

Unnustin hjá Aki-Matilda Høeg-Dam, Kuno Fencker, er nú eisini farin úr stjórnarflokkinum Siumut og fer upp í Naleraq í Grønlandi.

Kuno Fencker hevur sagt seg úr stjórnarflokkinum Siumut og fer í Naleraq, eins og unnusta hansara Aki-Matilda Høegh-Dam, sum er fólkatingslimur.

Tað skrivar hann í tíðindaskrivi sambært grønlendska KNR.

Á seinasta valinum í 2021 fekk hann 66 atkvøður og gjørdist annar varamaður, men fekk seinni møguleikan at koma inn á ting, Inatsisartut.

Kuno Fencker gjørdist av álvara kendur, tá hann ferðaðist til USA í kjalarvørrinum av, at Donald Trump varð innsettur sum forseti, fyri at hitta Trump-viðhaldsfólk, og gekk soleiðis ímóti flokslinjuni.

Her hitti hann ein lim í kongressini úr flokkinum hjá Donald Trump og tosaði um, hvussu bondini millum Grønland og USA kunnu styrkjast.

Kuno Fencker hitti Andy Ogles, sum hevur lagt fram lógaruppskot í kongressini, sum loyvir USA at keypa Grønland.

Sambært floksformanninum hjá Kuno Fencker, Erik Jensen, varð leiðslan í flokkinum ikki kunnað. Fencker ferðaðist sum ein "privatpersónur", sigur Erik Jensen.

 

/Ritzau/