Fyrst og fremst, so var Kurt Mørkøre eftir dystin nøgdur við, at hansara lið hevði vunnið sær trý stig í fyrstu royndini.
- Tað var tað, sum hevði størstan týdning, og sjálvt um talan ikki var um tað flótandi spælið, so vóru glottar at hóma. Fyrst og fremst í verjupartinum, har vit vóru sera kompaktir. Og so gevur tað okkum sjálvandi eyka ferð, at vit nú hava Sylla í álopinum.
Mótstøðuliðið hesaferð var barndómsfelagið hjá Kurt:
- Hjá mær er tað so, at nú eri eg B36’ari. Sum venjari vil tað jú altíð koma fyri, at tú kemur at dystast ímóti onkrum fyrrverandi felag. So í so máta var hetta ikki nakað, sum gjørdi dystin serligan fyri mítt viðkomandi, segði Kurt.