Tá landsliðið tíðliga í 1996 var á venjingarlegu á Kypros, var Kurt Mørkøre við. Hann var aftasti maður í dystunum móti Estlandi og Azerbadjan, og Allan Simonsen ætlaði at hava hann sum verjuálit í undankappingardystunum. Men undan fráferðini til Jugoslavia, har dysturin varð spældur 24. apríl, gav Kurt avboð, tí hann var vorðin sjálvstøðugur vinnurekandi, og síðani tá hevur hann ikki havt umstøður at spæla á landsliðnum.
Nú flytir Kurt Mørkøre til Sogndal í Noregi, har hann verður yrkisspælari og bara skal arbeiða nakrar tímar um vikuna ? felagið metir allar spælararnar sum fulltíðar yrkisspælarar, men heldur at tað er gagnligt, at teir hava okkurt annað at hugsa um eisini. Umstøðurnar fara tískil at broytast nógv hjá skjótt fyrrverandi KÍ manninum, og tí er ikki av leið at spyrja, um hann verður tøkur aftur hjá Allani Simonsen. Og Kurt vísir ikki møguleikanum frá sær:
? Eg havi ikki hugsað so langt enn. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at vinna pláss í álopinum hjá Sogndal. Vónandi eydnast tað, og um tað fer at gangast so mikið væl, at landsliðsvenjarin heldur, at eg kann gera nyttu á landsliðnum, so er arbeiðið ikki nøkur forðing, tí felagið hevur einki ímóti, at teirra spælarar eru á landsliðnum, og í sáttmálanum okkara millum stendur, at teir skulu geva mær frí til landsdystir, sigur nýggi føroyski yrkisspælarin.
Sambært tí, sum norsku umboðini greiddu frá, so verður tað neyvan torført hjá Kurt Mørkøre at fáa møguleikan í álopinum hjá Sogndal. Teir eru so í uppisetri fyri álopsspælarar, at vinstri vongverjin hevur verið álopsmaður hesa síðstu tíðina.
? Men eg skilti eisini á teimum, at teir vilja hava ein royndan mann, sum kann ganga undan. Flestu spælararnir eru ungir og óroyndir, og norðmenninir søgdu, at teir roknaðu við, at eg fór at fáa sama leiklutin, sum eg havi havt í KÍ, sigur Kurt Møkøre.
Orduligt farvæl
Fríggjadagin fekk Kurt Mørkøre at vita, at fíggjarstjórin og ítróttarstjórin í Sogndal fóru at koma til Klaksvíkar sunnudagin. Mánadagin samráddust Kurt, KÍ og umboðini fyri Sogndal, tað gekk skjótt fyri seg, og tíðliga seinnapartin varð sáttmáli undirskrivaður.
Hevur tú verið ov linur í tínum krøvum, síðani tað gekk so skjótt at samráðast?
? Tað haldi eg ikki sjálvur. Eg kenni ikki avtaluna millum KÍ og Sogndal, men eg havi fingið ein sáttmála, sum eg eri stak væl nøgdur við. Tvær ferðir áður hevr tað staðið mær í boði at gerast yrkisspælari. Báðu ferðirnar havi eg borið meg undan. Hetta mundi ivaleyst vera síðsti møguleikin, og tað var ikki torført at taka av. Eg havi spælt í 1. deild í mong ár, og hetta verður nýggjur íblástur til síðstu fótbóltsárini. Jákup í Stórustovu var ein dugnaligur samráðingarmaður fyri meg, og eg eri stak væl nøgdur við, at tað eydnaðist at fáa norðmenninar at ganga við til at leingja sáttmálaskeiðið úr tveimum og einum hálvum ári, sum teir upprunaliga ætlaðu at tað skuldi vera, og til hálvt fjórða ár.
Kurt Mørkøre ásannar, at avrikið hjá honum móti B71 var einki serligt, og at ein av orsøkunum var, at hann visti, at norsku umboðsmenninir eygleiddu hann.
? Tað er harmuligt at fara úr KÍ, nú tað hevur gingið so væl, men eg rokni við, at teir fara at klára seg, og eg vóni, at eg kann siga eitt orduligt farvæl. Besti mátin at gera tað, hevði verið at spælt væl í Europa Cup og ikki minst móti HB í Gundadali sunnudagin, sigur Kurt Mørkøre.