Kurt skoraði fyri B36

NSÍ vann dystin ímóti B36 í Havn í dag. Úrslitið gjørdist 2-1 til NSÍ, sum harvið tók seg eitt sindur frá hinum botnliðunum. Tapið hjá B36 hevur við sær, at liðið framvegis liggur væl aftanfyri øll hini liðini.

 

NSÍ legði seg fram um góðar fimm minuttir fyri steðgin, tá ið Eddie Mikkelsen skoraði við frísparki úr stórari fjarðstøðu. B36-málmaðurin má tó taka málið á sín kappa. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Sonni L. Petersen til 2-0.

 

Fimm minuttir fyri leiklok var tað gamli málrevurin Kurt Mørkøre, sum var upp á spæl. Hann minkaði til endaliga úrslitið 2-1.