Nú er hurlivasin á Løgtingi fullkomin. Løgtingið skal avgreiða málið um sammøður í dag. Fyri at fella uppskotið hava tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard, gjørt av at leggja frá sær. Endamálið er at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum og sostatt verður forðað fyri, at uppskotið um sammøður verður samtykt.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, staðfesti í KvF beint nú, at hetta er ikki røtt mannagongd, at landsstýrisfólk fara frá fyri at forða fyri, at eitt ávíst mál verður góðkent og hann fer ikki at góðtaka, at tey bæði fara aftur í landstýrið.
Men nú hevur ein tingmaður fyri Fólkaflokkin, Heðin Zachariasen, biðið um farloyvi og sostatt tekur Annika Olsen aftur sæti á Tingi.
Men nú tvey landsstýrisfólk leggja frá sær, sigur løgmaður við KvF, at hann hevur boðað tinglimum úr Sambandsflokkinum frá, at tey skulu ikki føla seg bundnar av semjuni í samgonguni og sostatt kunnu tey atkvøða eftir síni egnu sannføring í málinum um sammøður.