Kuwait og Bahrain álopin úr Iran í nátt

Iranska kollveitingarhirðin sigur, at nýggju iransku álopini eru svar upp á seinastu amerikansku álopini á Iran

Iranska kollveltingarhirðin hevur í nátt framt loftálop mót amerikanskum herstøðum í Kuwait og Bahrain.

 

Iransku álopini koma eftir, at USA um dagarnar hevur framt nýggj álop á Iran, hóast vápnahvíldaravtala var komin í lag. 

 

Sagt verður úr Miðeystri í morgun, at Kuwait sunnumorgunin er álopið við rakettum og dronum.

 

Iranska kollveitingarhirðin sigur, at nýggju iransku álopini eru svar upp á seinastu amerikansku álopini á Iran.

 

- Brot á vápnahvíldaravtaluna er í stríð við Islamabad-avtaluna, og hetta fer at føra til fullkomnan steðg í diplomatisku tilgongdini.

 

Hetta sigur iranska kollveltingarhirðin sambært Press TV í nátt.

 

##med2##

 

Soleiðis sær umhvørvið út kring Persaraflógvan