Leygardagin var veðrið so mikið vánaligt, at tað var ikki hugsningur um at spæla fótbólt í Sarpugerði, har Víkingur og KÍ skuldu spæla landskappingardyst. Dómarin, Eiler Rasmussen, gjørdi av at avlýsa, og tað hildu báðir partar og øll onnur vera skilagóða avgerð.
Nú eru bæði klaksvíkingar og Eiler Rasmussen aftur á veg til Gøtu.
Hjá Víkingi er setningurin at halda tørn um lítla møguleikan at røkka plássi í europeisku kappingini næsta summar. Hjá KÍ er setningurin at halda tørn um møguleikan at vinna FM.
Spurningurin er, um tað í kvøld vera líkindi at spæla fótbólt í Sarpugerði. Tey, sum hava skil fyri lokalu viðurskiftunum í Sarpugerði siga, at umstøðurnar vera frægari, enn tær vóru leygardagin, og at tað fer at bera til at spæla íkvøld.
Tað er aftur í dag lágættarvindur og avfall. Men tað er ikki so nógvur vindur, sum tað var leygardagin. Forsøgnin hjá yr.no sigur, at vindferðin klokkan 19 verður átta metrar um sekundið av eystri og landsynningi, og at vindferðin næstu tímarnar fer at minka eitt vet. Tað vera níggju hitastig, og tað verður ikki so nógv avfall.
Hjá KÍ er tað greitt, at vongverjin í vinstru, Ísak Simonsen, ikki verður við. Hann er skaddur. Miðvallarin Semir Hadzibulic verður eftir øllum at døma heldur ikki við. Ólavur Niclasen hevur verið skaðadarvaður, og tað er ivasamt, um hann verður tøkur íkvøld.
Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir.