Í kvøld kann Joanita vinna 250.000 krónur

Joanita Zachariassen skal í kvøld syngja í finaluni í LIVE-sendingini á DR1

Í kvøld kann yrkisleiðin hjá Joanitu Zachariassen veruliga fáa tað síðsta skumpið, sum sangarinnan gjøgnum nógv ár hevur roynt at fingið.

 

Fýra nøvn skulu í kvøld syngja í finaluni í sjónvarpssendingini, LIVE, á DR1. Umframt Joanitu eru hinir finalistarnir Nick Jones, Desmond og Emilie Jæger. 

 

Vinnarin fær 250.000 krónur og heitið sum "Danmarks nye liveartist". 

 

Tónleikurin hjá Joanitu Zachariassen er eyðkendur av afrikanskum rútmum, og hennara lívligi afropoppur hevur verið nógv at hoyrt í Føroyum í ár. Í dag gav Tutl nýggja lagið hjá henni "Heartbreaker" út.

 

Tað sær út til, at Joanita Zachariassen er sera væl dámd millum donsku hyggjararnar, tí tað eru nevniliga áskoðararnir, ið hava alla ávirkanina á sendingina. Hyggjararnir geva ymsu tónleikarunum stig fyri teirra framførslu, samstundis sum framførslan fer fram. Tann, sum tilsamans fær flest stig, vinnur kappingina.

 

Joanita Zachariassen er upprunaliga úr Uganda, men flutti til Danmarkar sum smágenta. Í Danmark møtti hon fyri sjey árum síðani føroyska Daniel Zachariassen, sum hon í dag er gift við.

 

LIVE verður sent á DR1 klokkan 19 í kvøld.