Í kvøld fer Kári Cool at kjósa og heiðra Ársins rock ´n´ rollara í Føroyum. Og tann, sum verður nýggju heiðurslønina, fær eisini ein spildurnýggjan sang frá Kára Cool Í kvøld verður stóra ólavsøkutiltakið hjá Rás2 í Vágsbotni. Í fjør vóru millum 10 og 15.000 fólk og lurtaðu eftir røðuni hjá útisetanum Haraldi og tónleikinum hjá Eyðuni & Terja, og í ár hava Kári Cool og Frændur fingið pallin.
Frændur fara at spæla frá klokkan 22, og teir bjóða fólki síni stóru hitt og helst onkran nýggjari sang eisini.
Og so er tað Kári Cool, sum fær mikrofonina og skal handa Ársins rock ´n´ rollara eina heiðursløn. Kári Cool hevur eisini gjørt ein nýggjan sang til høvi, sum verður blástur út yvir Vágsbotn.
Tiltakið við Kára Cool og Frændum verður á serligum palli uttanfyri studio hjá Rás2. Roknað verður við nógvum fólki í Vágsbotn at lurta, og Rás2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum.