Í kvøld verður tiltakið hjá Miðlahúsinum

Stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni í kvøld kl 22:00 - kann hoyrast á FM1

Miðlahúsið bjóðar aftur í ár fólki í Vágsbotn til tónleik og undirhald ólavsøkudag.

Tiltakið er blivið fastur partur av ólavsøkuhaldinum, og túsundtals fólk savnast í Vágsbotni at njóta tann lítla tíman. Hetta er ein av teimum óformligu, løttu løtunum, sum fólki dámar væl at vera til, áðrenn midnáttarsangurin bíðar á Vaglinum.

Í ár verða tónleikaframførslur við tveimum av heitastu føroysku tónleikanøvnunum í nýggjari tíð – Marius Ziska og Danny & The Veetos. Hilmar Jan Hansen undirheldur.

Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum verður í Vágsbotni í kvøld kl. 22:00. Tað er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.