Kvøldvøka á Glyvrum

Sunnukvøldið kl. 20 verður ein sonevnd Kvøldvøka í Glyvra kirkju. Hetta er fyrstu ferð at hetta tiltakið verður fyriskipað.

Á kvøldinum fer Martin Joensen at syngja egnar sangir og síðani fer Frits Johannesen at tosa um evnið ”Listin og trúgvin”.
Umframt hetta fer Tóri R. Jacobsen at spæla eitt brot burtur úr einari av cello-suitunum hjá J.S. Bachm eins og kórbólkurin Vox Angelica fer at framføra nøkur løg.
Eftir kvøldvøkuna verður ein drekkamunnur á skránni.