Kvívíkar kommuna roynir nú at finna nøkur fólk aftrat til sløkkiliðið í kommununi. Petur Müller, sum byrjaði í starvinum sum sløkkiliðsleiðari hin 1. juli í ár, sigur, at nú eru einans níggju mans partur av sløkkiliðnum, og tað heldur hann er í minna lagi.
- Einaferð vóru vit 17, men vit skuldu helst verið 15, sum eg haldi er eitt hóskandi tal. Tí royna vit nú at finna nøkur fólk aftrat, sum hava hug at verða partur av sløkkiliðnum. Eg havi sjálvur verið her í 20 ár, og tveir aðrir hava verið partur av liðnum í 30 ár.
Petur Müller vísir á, at sum er, er sløkkiliðið bara mannað við monnum, men hann heldur fyri, at kvinnur eisini eru vælkomnar, um tær hava hug og halda seg til. - Øll, sum hava hug og áræði, eru vælkomin at bjóða seg fram, sigur hann.
Sløkkiliðsleiðarin sigur, at fólk, sum hava hug at bjóða seg fram, eru vælkomin at ringja til hansara á tlf. 292405. - Fólk kunnu eisini senda teldupost til kvivik@kvivik.fo, helst fyri 15. september, leggur hann aftrat.