Ósemja um foreldrarætt fekk eftir øllum at døma eina kvinnu í Svendborg til at gera av við dóttur sína og síðani seg sjálva. Danska løgreglan sigur nú, at ein 46 ára gomul kvinna, sum varð funnin deyð í Svendborg í gjár saman við líkinum av sjey ára gomlu dóttur síni, hevði kvalt gentuna og síðani gjørt av við seg.
Jack Liedecke hjá løgregluni á Fyn sigur, at mamman kvaldi gentuna við einum kodda, áðrenn hon gjørdi av við seg við roykeitran.
Løgreglan heldur, at ósemja um foreldrarættin til gentuna var orsøk til sorgarleikin.