Kveik skal gera kvinnur sjónligari

Í dag læt ein nýggj heimasíða upp, har kvinnur kunnu leggja ein persónligan profil við sínum førleikum. Ætlanin er, at tað skal vera lætt hjá t.d. nevndum, arbeiðsgevarum og fjølmiðlum at finna skikkaðar kvinnur til fjølbroyttar uppgávur

VINNA OG KUNNING

Rætti maðurin er ofta ein kvinna!
Soleiðis verður tikið til á tí nýggja internetportalinum kveik.fo, ið læt upp í dag. Ætlanin er, at tað skal vera lætt at at finna skikkaðar kvinnur til fjølbroyttar uppgávur – tað veri seg nevndarsessir, netverk, størv, álitisstørv og annað.
Bjørt Samuelsen er saman við Janet Johannesen og Gunvør Balle stigtakari til heimasíðuna. Hon sigur við Sosialin, at síðan er ætlað sum ein platformur hjá øllum kvinnum í Føroyum, so at tær betur fáa gjørt seg sjónligar.
Stigtakararnir mettu, at undirskotið av nútsluni av kvinnuligum tilfeingi er so stórt, at hendan var neyðug, sigur Bjørt Samuelsen.
Tí slapp Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, og sum hevur eini 25 nevndir, hann skal manna, at royna síðuna á tíðindafundi í Vinnuhúsinum í dag. Hann skrivaði m.a. nakrar førleikar ella kompetansur inn á síðuna og so fór leitingin í gongd eftir teimum kvinnunum, ið høvdu skásett seg við júst hesum førleikum.

Øll yrki

Bjørt Samuelsen greiðir frá, at kveik.fo er ætlað til øll yrki, men kann ikki brúkast beinleiðis til kvinnur, ið leita eftir arbeiði, og tí tekur kveik.fo ikki nakað frá heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanaini.
Kveik.fo verður umsitin av einum sjálvbodnum stýrisbólki, sum í løtuni telur tær tríggjar, ið hava tikiåð stig til síðuna. Harafturat situr eitt starvsfólk á Vinnuframagrunninum og kannar eftir, at alt er í lagi við teimum profilunum, ið verða lagdir á síðuna. Tað ber nevniliga ikki til at vera dulnevnd á kveik.fo.
Spurd um nøkur serlig redaktionell linja verður á síðuni, sigur Bjørt Samuelsen, at tað verður tað ikki, og síðan ikki verður dagførd við tíðindum ella greinum dagliga. Tó verða stubbar lagdir út av og á, og ætlanin er at hava ein fastan mánaðarligan gestaskrivara. Hendan mánaðin sleppur m.o. íslendski almanna- og heilsumálaráðharrin, Siv Friðleifsdóttir, framat, og hon var eisini at síggja á sjónbandi á tíðindafundinum í dag.
Harafturat høvdu stigtakararnir heitt á Maibritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarfelagnum, um at skráseta seg á tíðindafundinum og leggja sínar førleikar á portalin, so fólk kundi síggja, hvussu síðan virkar.
Bjørt Samuelsen upplýsir, at higartil hava eini 70 kvinnur lagt sín persónligu vangamynd á síðuna, og hon metir, at kveik.fo eisini kann vera hent hjá t.d. fjølmiðlunum, um hesir hava brúk fyri eini kvinnu at gera viðmerkingar til eitt evni, tær hava serliga vitan um.


-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- --



“Ber tað til at tosa um veruligt fólkaræði, tá ið kvinnur eru minkandi lutfall av teimum, sum stjórna fyritøkum, kapitali og sita í nevndum og ráðum?
Ber tað til at tosa um veruligt fólkaræði, har sum kvinnur fækka á tingi, tá tær eru langt frá at vera helvt av valevnum, soleiðis sum tað var á seinasta tingvali bæði á Íslandi og í Føroyum?”

Siv Friðleifsdóttir, almanna- og heilsumálaráðharri Íslands, gestaskrivari á kveik.fo
-- -- -- -- -- -- -- -- -- -- -

“Fimtan ár eftir at Løgtingið fyrstu ferð viðgjørdi lógaruppskotið um at fáa javnstøðu í almennar nevndir, verður ikki ein gongd hendan tann mest kenda ásetingin hildin.
Almennar nevndir verða settar uttan atlit til javnstøðu, og verður biðið um undantak, er tað vanliga dagin fyri, at nevnd ella bólkur skal fara til verka... “

Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, gestaskrivari á kveik.fo


-- -- -- -- -- -- -- -- --
“Kveik er ein portalur, har kvinnur skráseta seg við fakligum førleikum, royndum og áhugamálum.
Kveik.fo er fyri kvinnur, ið vilja verða sjónligar og hava ávirkan í samfelagnum.
Kveik.fo er komið fyri at vísa, at kvinnur við hollum førleikum eru at finna innan øll øki í Føroyum.
Kveik.fo er eitt amboð hjá teimum, sum leita eftir kvinnum við førleikunum til nevndarsessin, samrøðuna, starvið, ráðstevnuna, netverkið, kjakforumið, uppstillingarlistan ella aðra uppgávu. Kveik.fo er ein snarvegur til eitt tilfeingi, sum annars ikki er nóg sjónligt og atgongiligt”

kveik.fo um kveik.fo