Kvinna leiðari umborð á ISS

Teir næstu fýra mánaðirnar skal amerikanska Sunita Williams standa á odda fyri arbeiðinum umborð á altjóða rúmdarstøðini ISS. Hom tók við leiðsluni í gjár, eftir at landsmaður hennara Joe Acaba russararnir Gennadij Padalka og Sergej Revin fóru aftur á jørðina eftir at hava verið á støðini í 123 samdøgur.

Hetta er aðru ferð, at ein kvinna leiðir arbeiðið umborð á ISS. Saman við Sunita Williams eru japanin Aki Hoshide og russarin Jurij Malentsjenko.

15 lond eiga ISS, sum hevur kostað umleið 570 milliardir krónur. Støðin er í ringrás um jørðina 385 kilometrar uppi.