Kvinna tók skeivan bil

Horvni bilurin, sum løgreglan hevur leitað eftir síðani seinnapartin mánadagin, er afturíafturkomin

Grøni Toyota Corolla bilurin, ið hvarv úr einum túni í Runavík seinnapartin mánadagin, er nú komin afturíaftur.

 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini var talan um eina misskiljing.

 

Ein kvinna skuldi lána ein bil frá fólki. Tey høvdu lagt lykilin í bilin, men ólukkutíð, komin í túnið fer hon avstað við skeivum bili. Hon tók nevniliga bilin hjá grannanum, sum eisini hevði latið lykilin liggja á sama stað í bilinum. 

 

Løgreglan ger ikki stórt meiri við málið, annað enn at eigarin av horvna bilinum møguliga fær eina bót fyri at lata lykilin liggja í bilinum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað tíverri er vorðið alt meiri vanligt, at fólk stjala bilar, um lykilin antin stendur í ella liggur aðrastaðni í bilinum.