Kvinnu-tiltakið hjá blaðnum Kvinna er avlýst

8. mars ráðstevnan hjá blaðnum Kvinna, sum skuldi verða leygardagin 7. mars, er avlýst, tí undirtøkan fyri tiltakinum er ov lítil - Orsaka av ov lítlari undirtøku fyri 8. mars ráðstevnuni, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum leygardagin 7. mars, velur Kvinna at avlýsa tiltakið.

Hesi boð hevur blaðið Kvinna givið í kvøld.

- Freistin at keypa atgongumerki til 8. mars ráðstevnuna var í dag 2. mars. Vit kunnu staðfesta, at undirtøka ikki er nóg stór, og tí hava vit valt at avlýsa ráðstevnuna. Tað eru stór sannlíkindi fyri, at orsøkin til at undirtøkan er ov lítil, skyldast fíggjarkreppuna, sigur blaðstjórin á Kvinnu, Annleyg Lamhauge.

Tey, sum hava keypt atgongumerki í Telebúðunum, fáa atgongumerkið endurgoldið. Tey atgongumerki, sum eru keypt á kvinna.fo, eru ikki trekt av kontoini, og hesi verða ikki trekt av.

Eingin broyting er tó við 8. mars tiltakinum hjá Kvinnufelagnum í Havn og Kvinnufelagasamskipan Føroya, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 8. mars, frá kl. 14:00 ? 18:00.