Kvinnudagurin verður hildin í Virkinum

- Komið við til eitt hugnaligt kvøld, har vit hava frásagnir, tónleik, skemt og góðan mat, siga tey, sum skipa fyri á Sandi

Aftur í ár verður altjóða kvinnudagurin, 8. mars, hátíðarhildin í Virkinum á Sandi.

- Vit byrja klokkan 19.30, og atgongumerki á 200 krónur fáast til keyps við dyrnar.

Tað siga tey, sum skipa fyri kvinnudegnum á Sandi í morgin.

- Komið við til eitt hugnaligt kvøld, har vit hava frásagnir, tónleik, skemt og góðan mat.

Ymiskt verður á skránni, og eitt nú fer Anne Mette Greve Klemensen, prestur, at tosa um evnið: Kvinna, hvat vil tú mær? 

Anne Mette Greve Klemensen

Anna Paulina Leo Olsen fer at tosa um Maren Danielsdatter af Arge - Ein kvinnulagna í 1870-unum.

Døgg Nónsgjógv fer at syngja, og Astrid Danielsen fer at skipa fyri løttum undirhaldi.

Tey, sum skipa fyri, vóna, at kvinnur møta fjølmentar til tiltakið á Sandi í annaðkvøld klokkan 19.30.

Anne Mette Greve Klemensen