Fríggjadagin, sum er 8. mars og sostatt altjóða kvinnudagur, verða kvinnuhald bæði í Vestmanna og á Tvøroyri.
Á Tvøroyri er tað kvinnufelagið í Suðuroy, Valkyrjurnar, sum skipa fyri og tað haldið verður í Pubbini á Tvøroyri klokkan 18.
Har fer Gulla Øregaard at halda fyrilestur, har hon spyr, um vit hava vit tørv á mentunartiltøkum fyri at liva og yvirliva
Í fyrilestrinum fer hon at greiða frá mentunarligum verkevnum, sum hon hevur arbeitt við og hon fer somuleiðis at hugleiða um mentunarhúsið, Salt, á Drelnesi.
Á Haldinum í Vestmanna, sum byrjar klokkan 20, fer Karolina Thostrup, journalistur, at halda røðu og har fara Tórgarð systrarnar at skemta, umframt at annað eisini er á skránni.
Í Vestmanna hava tey ásett 18 ára aldursmark og tað er eisini haðani, at myndin er.