Jákup Weyhe, Kim Hansen og Sigrid Rasmussen eru millum tey, ið fara at undirhalda á stórum kvinnukvøldið á Oyrarbakka hóskvøldið Kvinnur í Sundalagnum ? og aðrar áhugaðar ? fáa hóskvøldið eitt serligt tilboð: eitt kvøld við mótashow, tónleiki, skemti og tí sum har til hoyrir, bara fyri tær.
Tað er Sunda Róðrarfelag sum skipar fyri tiltakinum, og tað var sama felag, sum stóð á fyriskipaði seinasta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka. Tá var talan um eitt væleydnað og hugnaligt kvøld, og hesaferð er eisini nógv gjørt burtur úr.
Sigrid Rasmussen, Bjørt Samuelsen, Laila á Lofti, Jákup Weihe og Kim Hansen fara hvør sínum lagi at gera sítt til, at hóskvøldið í Eydnuni verður hugnaligt, umframt at lokalir handlir sýna fram klæðir. Eisini verður eitt sokallað make-over, sum vælverustova í økinum tekur sær av.