Kvinnur - frammtíðin í politikki

Politisku flokkarnir hava ein felags trupulleika at dragast við. Tað gongur striltið at fáa kvinnur at stilla upp! Talið á kvinnum, ið bjóða seg fram til løgtingsval, er tó alsamt vaksandi

Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini sæst, at talið á kvinnum, ið bjóða seg fram til løgtinsvalið er vaksið úr 9% í 1980 til 23% í 2004.
               Síggja vit burtur frá Hinum stuttliga flokkinum, sum bert hevur 6 valevni, eru Tjóðveldiskvinnur fremst við 27%.  Aftast liggja kvinnurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum við 15%.
               Hyggja vit at valdømunum, liggja Vágar fremst við 30% og Sandoyggin aftast við 13%.
               Tá tað kemur til kynsbýtið, byrjar Hin stuttligi flokkurin væl. Tey hava býtt seg kristiliga við 3 kvinnum og 3 monnum.
               Undanførslan hjá kvinnum at stilla upp, er oftast, at tær siga seg ikki hava skil fyri politikki.
               Tað var í 1964, at ein kvinna; Malla Samuelsen, fyrstu ferð tók sæti á tingi, tó bert í eina viku ella tvær. Onnur kvinna var Karin Kjølbro, sum var varamaður í nakrar dagar í 1971.
               Fyrsta kvinnan, sum fekk meira støðugt sæti á tingi, var Jona Hendriksen. Hon kom sum varamaður fyri Jákup Lindenskov, ið varð landsstýrismaður í 1975.
Og á løgtingsvalinum í 1978 eydnaðist Jonu Hendriksen og Karin Kjølbro at skriva søgu á Føroya Løgtingi, við at vera fyrstu kvinnur, ið vórðu valdar inn á ting.
Trý tey seinastu valskeiðini vórðu 4 kvinnur valdar á ting. Bestu umboðan høvdu kvinnurnar í 1996-98; tá sótu 6 kvinnur á tingi.
Við seinasta val stillaðu 48 kvinnur upp. Hesaferð stilla 58 kvinnur og 195 menn upp til løgtingsvalið.