Kvinnur gera mest fyri at minka um matoyðsl og tað, sum oftast endar í rusk er breyð og viðskeri. Hetta vísur nýggj kanning millum annað, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Á handlarnar.
Ongi tøl eru at finna um matoyðsl í Føroyum, og tí manglar ítøkilig vitan um evnið. Tí hava Á handlarnir tikið stig til, at fáa eina kanning til vega. 400 fólk í Føroyum vóru spurd til kanningina, boða A handlarnir frá í tíðindaskrivi.
Kanningin er tann fyrsta av eini røð av kanningum um matoyðsl. Kanningarnar taka støði í líknandi kanningum, ið eru gjørdar í okkara grannalondum. Niðurstøðurnar skulu eftir ætlan geva eina ábending um, hvussu umfatandi trupulleikin við matoyðsli er í Føroyum
Á handlarnir vóna, at úrslitini frá kanningunum verða hent amboð, ið kunnu fáa okkum at síggja trupulleikan í røttum høpi, og samstundis byrta undir eina hugburðsbroyting.
Úrslitini frá fyrstu kanningini kunnu síggjast á matoydsl.fo