Hetta er nýggjasta uppskotið hjá tveimum italskum professarum í búskapi. Teir skjóta upp, at kvinnur gjalda minni og menn meira í skatti, soleiðis at bæði kynini hava somu nettoløn eftir.
Í Italia svarar hetta til, at kvinnurnar bara rinda 70 prosent av tí, sum menninir rinda í skatti, tí lønin hjá italsku kvinnunum er 70 prosent av lønini hjá monnunum, skrivar heimasíðan hjá www.kvinfo.fo.
Danskir javnstøðuserfrøðingar siga seg ivast í, um hetta er rætta loysnin.
– Hetta fær tað at síggja út sum natúrligt, at kvinnur fáa lægri løn enn menn, heldur Karen Sjørup, leiðari á Center for Ligestilling á RUC.
– Um vit læsa okkum føst í hesa støðu, koma vit ongan veg, sigur hon.