Kvinnur sum kokkar

Sakni eina javnstøðu í matlistarliga úttrykkinum í Føroyum!

Fert tú á matstovu í Føroyum er tað næstan 100 % prosent, at eitt mannfólk stendur í køkinum sum kokkur. Ikki tí, at nakað er galið við hesum sum so.


Men tað kundi verið áhugavert at vitað hvat kvinnurnar í Føroyum hava uppá hjarta, tá ið tær sleppa at spæla sær í einum matstovu-køki við bestu rávørum.


Eins og í aðrari list, bókmentir, tónleik ella myndlist, so er munur á mannfólki og konufólki. Sjálvandi er eisini munur á fólki sum heild, men eg hugsi at kynið eisini upplivir og virkar út frá serligum fyritreytum, tá ið matur skal gerast.


Matur frá mest viðurkendu matstovum í heiminum (Michelin-matstovur) er sum oftast eisini eyðkendur við at mannfólk standa í køkinum. Soleiðis er allastaðni.


Kvinnurnar – kanska serliga í Føroyum – standa enn fyri størstan part í køkinum heima við hús og gera gerandismat, ið tó sanniliga eisini hevur sín týdning sum heilsu- og trivnaðarberandi partur av tilveruni.


Í sushi-matstovuni Etika í Havn, sum lat upp í vikuni, varnaðist eg ta fantastiska fyribrigdi í Føroyum, at allir kokkarnir eru kvinnur! Annfríða, Kob, Elsa, Linda og Jansy standa í køkinum og gera okkum vakurt og vælsmakkandi nigiri, maki, miso osfr.


Harafturat er leiðarin fyri Etika eisini konufólk, Winnie Simonsen.


Tað tykist sum at eyðkendi mannfólka-heimurin í matstovu-køkunum er í broyting!


Tað er at gleðast um.