Á øllum smáplássum kring Norðuratlantshavið er stórt undirskot av kvinnum Tað skrivar Føroya Banki á heimasíðu sínari, har tey endurgeva niðurstøðurnar av framløguni, sum Rasmus Ole Rasmussen, professari í landafrøði, hevði á veðurlagsráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.
Rasmus Ole Rasmussen greiddi frá, hvussu gongdin hevur verið í hesum samfeløgum. Eftir fyrilesturin útgreinaði hann, hví kvinnurnar ikki støðast á smáplássunum.
- Fyrr í tíðini var nógv arbeiði til kvinnur í fiskivinnuni, men síðan fiskavirkingin varð automatiserað ella flutt umborð á skipini, eru arbeiðstilboðini fækkað. Kvinnurnar taka avleiðingarnar av hesum og flyta, sigur Rasmus Ole Rasmussen.
Hetta mynstrið sæst allastaðni kring Norðuratlantshav, í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Alaska, Russlandi og Kanada. Kvinnurnar rýma til stóru býirnar, og tær rýma við tí miðvísa endamáli at fáa sær útbúgving.
- Í gomlu fiskivinnusamfeløgunum hava kvinnurnar dugað nógv betur at umstillað seg til altjóðagerðina og vitanarsamfelagið. Síðan 1990 hava væl fleiri kvinnur enn menn tikið hægri útbúgvingar, og við sínum útbúgvingum fáa tær størv í tænastuvinnuni. Hesi størv eru á stórplássum, og tí verða tær verandi har, sigur Rasmus Ole Rasmussen.
Hartil vísti hann á, at menn ikki í sama mun duga at umstilla seg. Tí gerast teir oftari offur fyri einum samfelag, har tørvurin á teirra arbeiðsmegi minkar. Og er undirskot av kvinnum rakar hetta eisini teirra lív á familjusíðuni.