Kvinnurnar byrja heima móti Montenegro

Leikskráin fyri Nations League kappingina hjá kvinnum í heyst er nú løgd

Føroysku kvinnurnar í málfagnaði móti Luksemborg í apríl. Næst á skránni er Nations League - Mynd: Bjarni Enghamar

Týsdagin varð lutakastið til fyrstu Nations League kappingina fyri kvinnur avgreitt við tí úrsliti, at Føroyar komu í bólk C3 saman við Aserbadjan, Mentenegro og Kyprós.

 

UEFA hevur nú lagt leikskránna til rættis, og sostatt er greitt, hvussu dystarskráin hjá kvinnulandsliðnum í heyst sær út.

 

Fríggjadagin 22. september: Føroyar – Montenegro

 

Týsdagin 26. september: Kyprós – Føroyar

 

 

 

Fríggjadagin 27. oktober: Føroyar – Aserbadjan

 

Týsdagin 31. oktober: Føroyar – Kyprós

 

 

 

Fríggjadagin 1. desember: Montenegro – Føroyar

 

Týsdagin 5. desember: Aserbadjan – Føroyar

 

Føroysku kvinnurnar í málfagnaði móti Luksemborg í apríl. Næst á skránni er Nations League - Mynd: Bjarni Enghamar