Styrkislistin hjá FIFA gerst alsamt hugaligari lestur hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Á FIFA-rankings - styrkislistanum - sum var almannakunngjørdur í gjár, eru tær føroysku kvinnurnar nummar 63 av teimum 150 kvinnulandsliðunum, sum eru á listanum. Føroyska kvinnulandsliðið er farið fýra pláss upp eftir, seinast vóru Føroyar nummar 67. Stigatalið hjá Føroyum er 1353.
Kvinnurnar skulu til eina kapping í Kroatia, sum verður millum Føroyar, Kroatia, Bosnia og Litava. Kroatia er nummar 47 á listanum við 1480 stigum, Føroyar eru nummar 63 við 1353 stigum, Litava er nummar 64 við 1347 stigum, og Bosnia er nummar 84 við 1233 stigum. Hetta gevur vónir um, at føroyska kvinnulandsliðið kann vinna sær enn fleiri stig í hesi kappingini.
Annars eru fimm norðanlond at finna í topp 20 listanum. Ísland er nú nummar 18, og er tað vorðið sum avrik.
Topp 10 við norðanlondum sær soleiðis út :
1. USA
2. Brasilia
3. Týskland
4. Svøríki
5. Norður-Korea
6. Danmark
7. Japan
8. Frakland
9. Noreg
10. Ongland
---------------
18. Ísland
19. Finnland
---------------
63. Føroyar