Stine Bosse er í uppskoti at gerast nýggj nevndarforkvinna í BankNordik.
Núverandi aðalfundarvaldu nevndarlimirnir fara frá. Hesir eru formaðurin Klaus Rasmussen, fyrrverandi ríkisgóðkendur grannskoðari, næstformaðurin Jens Erik Christensen, fyrrverandi forstjóri í Codan, Niels Vestermark, fyrrverandi økisstjóri í Sydbank, umframt Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.
Tveir partaeigarar, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, skjóta upp at fylgjandi verða vald inn í nevndina á komandi aðalfundi: Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg, er í uppskoti at gerast forkvinna, Rúni Vang Poulsen, forstjóri í Smyril Line, Súsanna Poulsen, forstjóri í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, umframt Jógvan Jespersen, stjóri í Reiðarafelagnum fyri nótaskip.
Hetta merkir, at nýggja nevndin í BankNordik verður helvt um helvt kvinnur og menn.
Fráfarandi nevndarformaðurin Klaus Rasmussen gleðist um, at bankin megnar at lokka góða arbeiðsmegi til sín, sum Stine Bosse.
- Tað er sera gleðiligt, at tað er eydnast at fáa eina so dugnaliga og køna kvinnu sum Stine Bosse í nevndina. Hon hevur staðið á odda fyri eini av størstu fíggjarligu fyritøkunum í Norðanlondum og eftirfylgjandi sitið í nevndini fyri størsta norðurlendska bankanum, Nordea, umframt í eini av størstu fyritøkunum í Evropa, týska fíggjarsamtakið Allianz. Tað sigur ikki so lítið um bankans sterku støðu, at hon vil átaka sær at bera stafettina víðari, og eg ynski henni bestu eydnu við framhaldandi at menna bankan, sigur Klaus Rasmussen.