Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu oddadystin

Hondbóltur: Enn eina ferð vunnu kvinnurnar hjá Kyndli rímiliga stórt á Neistanum, uttan at munurin á liðunum var so stórur

Kvinnurnar hjá Kyndli styrktu um sína støðu í kappingini, tá tær sunnudagin vunnu 25-17 á størstu kappingarneytunum úr Neistanum.

Men eins og í fyrra dystinum millum hesi bæði liðini, sum Kyndil tann 8. november vann 25-16, so var munurin á liðunum ikki so stórur sum úrslitið var.

Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 19-17 til Kyndil, men Neistin fekk einki mál afturat í dystinum, meðan Kyndil fekk seks.

Neistakvinnurnar høvdu í fyrra hálvleiki fleiri upplagdar møguleikar, sum ikki góvu mál, og einu ferðina gingu 11 minuttir millum málini hjá Neistanum. Hesa løtuna tók Kyndil seg frá 5-3 upp á 8-3, og vandi var fyri, at søgan frá fyrra dystinum, tá hálvleiksstøðan var 14-5 til Kyndil, fór at endurtaka seg.

So illa gekst kortini ikki, og frá støðuni 9-5 skiftust liðini um at skora, so hálvleiksstøðan var 13-9 til Kyndil.

Fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna hálvleiki var eingin munur á liðunum, men tað eydnaðist ikki Neistanum veruliga at minka um munin fyrr enn hálvleikurin var hálvrunnin, tá støðan ta einu løtuna var 19-17. Men so kom fullkomiliga stígur í hjá Neistanum, og Kyndil vann seinastu tíggju minuttirnar av dystinum 6-0.

Dysturin var annars nógv merktur av feilum frá báðum pørtum. Bæði liðini høvdu hug at spæla skjótari, enn tey megnaðu, og ofta gekk spælið aftur og fram á vøllinum uttan at nakað veruligt álopsspæl var.

Kappingin millum hesi bæði grannaliðini hevur altíð verið stór, ikki minst tey seinastu árini, men dysturin var ikki beinleiðis harður. Ta einu ferðina var Lotte Sørensen hjá Kyndli tó heppin »bert« at sleppa við tveimum minuttum, tá hon niðurlegði Káru á Dunga, sum hinvegin gjørdi sítt til at fáa støðuna at síggja verri út, enn hon var.

Um Lotte nú hevði fingið reyða kortið tá, kann ein bert ímynda sær, hvussu restin av dystinum hevði gingið (hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Neistin var á veg inn aftur í dystin), men sum heild komu dómararnir væl frá dystinum, sum annars ikki var so trupul at halda skil á sum dómari.

Í ár hevur Rúna Wardum verið álitið sum málskjútti, og hon bleiv eisini toppskorari hjá Neistanum hesaferð við seks málum. Heidi Harviken er enn ikki komin heilt fyri seg eftir brotnu nøsina í Vestmanna, og hesa ferð kom hon ikki á málskjúttaralistan. Inga Danberg hevur eisini verið skadd í ár, og sunnudagin var hon heldur ikki heppin við sínum skotum.

Hjá Kyndli bleiv Jórun Ludvig toppskjútti við seks málum, meðan Ann Hansen og Lotte Sørensen skutu fimm í part. Fyri Kyndil merkti sigurin, at tær nú eru trý stig framman fyri næsta liðið, sum nú er VÍF. Men kappingin er framvegis sera jøvn, og Kyndil hevur spælt ein dyst fleiri enn bæði VÍF og Neistin, sum hava 12 stig móti teimum 15 hjá Kyndli. Longu í annaðkvøld spæla Neistin og VÍF í Havn, og vinnarin av tí dystinum verður sostatt bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, tá bert tveir dystir eru eftir av grundspælinum.