Politikkur
Sæð við javnstøðueygum hava teir seinastu dagarnir verið góðir. Sunnudagin fekk Suðuramerika fyri fyrstu ferð eina kvinnu í eitt forsetaembæti, tá Michelle Bachelet vann forsetavalið í Kili. Í gjár fekk Afrika sín fyrsta kvinnuliga forseta, tá Ellen Johnson-Sirleaf varð sett í embætið sum forseti í Liberia, og úrslitið av finska forsetavalinum sunnudagin bendir á, at har verður Tarja Halonen afturvald í seinna valumfarinum.
-Tey seinastu tíggju árini eru altsamt fleiri kvinnur komnar upp á tær ovaru politisku røkurnar, sigur granskarin Mala Htun á New School University í New York við Newsweek. Í Suðuramerika kemst tað av, at har hava myndugleikarnir sett eitt minstamark fyri, hvussu fáar kvinnur kunnu sita í tingunum. Argentina var tað fyrsta landið har við tílíkari skipan, og í dag er triði hvør tinglimur hart kvinna.
Í Brasil er gongdin tann sama, og herfyri vísti ein meiningakanning, at 74 prosent av veljarunum eru til reiðar at atkvøða fyri einari kvinnu sum forseta, og at 57 prosent vænta eina kvinnu sum forsetavalevni innan 20 ár.
Forðingar
ST hevur gjørt upp, hvussu tað hevur gingist við javnstøðuni tey tíggju árini síðani ta stóru kvinnuráðstevnuna í Beijing í 1995. Niðurstøðan er, at kvinnur hava lættari við at koma sær fram í politikki enn í øðrum sambandi. Í dag eru 16 prosent av øllum heimsins tjóðartingslimum kvinnur ímóti níggju prosentum í 1995. Orsøkin til, at ójavni framvegis er ímillum kynini, er sambært ST, at vanliga hava kvinnurnar lægri útbúgving enn menninir, tær hava minni inntøku, og tað eru fleiri arbeiðsleysar kvinnur enn menn.
Samanumtikið eru fleiri kvinnur uppi í politikki í teimum ríku londunum, men soleiðis er kortini ikki allastaðni. Eitt nú eru 15 prosent av limunum í amerikonsku Kongressini kvinnur, meðan helmingurin av tjóðartingslimunum í einum av heimsins fátækastu londum, Rwanda, eru kvinnur. Men Rwanda er eisini tað landið í heiminum, har kvinnurnar eru best umboðaðar í tinginum.