Longu klokkan fimm danska tíð vórðu føroysku hondbóltskvinnurnar purraðar út.
Umvegis Wien varð flogið til Larnaca á Cypros, har flogfarið lendi klokkan 15 lokala tíð, sum er tveir tímar framman fyri føroyskuk klokkuna.
Tí er einki at ivast í, at talan er um nakrar moyrar spælarar, sum nú skulu fyrireika seg til Challenge Trophy kappingina.
Longu um góðan tíma verður fyrsta venjingin á skránni. Talan verður tó neyvan um nakra harða venjing, men heldur um at venja nøkur spælisystemir og strekkja væl út, áðrenn spælararnir fáa nátturða og síðani verða koyrdar í song.
Fyrsti dysturin í kappingini er í morgin, tá Føroyar spæla móti Estlandi.