Kvinnurnar nummar 70

Føroysku fótbóltskvinnurnar standa seg nakað væl betur á styrkilistanum hjá FIFA enn menninir. Á nýggjastu útgávuni er Føroyar nummar 70 á listanum, og tað er eitt pláss hægri enn á seinasta listanum, sum varð uppgjørdur í juni. Og tað er als ikki óhugsandi, at okkara kvinnur kunnu stríða seg longur upp á listanum. Eitt nú eru Litava og Kasakhstan framman fyri okkum, og tað eru tjóðir, sum okkara væl og virðiliga hava staðið mát við á vøllinum.