Kvinnurnar stýra nú Betri

Kvinnur hava nú báðar formanssessirnar í nevndini og tríggjar av fimm stjórasessum í samtakinum.

Evy J. Jacobsen er sett sum fyribils forstjóri í Betri-samtakinum, eftir at nevndin í fyrradagin segði Ben Arabo úr starvi. Hon er annars vinnukundaleiðari í Betri Banka.

 

Samstundis er Gunn Danielsen vorðin nýggj næstforkvinna í nevndini í P/F Betri, eftir at fyrrverandi næstformaðurin, Teitur Nolsøe Poulsen, tók seg úr nevndini. Hann var ósamdur við restini av nevndini um avgerðina at siga Ben Arabo úr starvi.

 

Fyrst í august setti ein onnur kvinna seg í formanssessin í nevndini. Tað var tá Aslaug C. Gisladóttir tók við eftir at Birgir Nielsen, táverandi formaður, tók seg úr nevndini. Hetta hendi eftir eitt stríð um ein vinnubygning í Hoyvík, har Tórshavnar kommuna nú ætlar at nýta sum kommunulæknaviðtalu. Birgir Nielsen valdi at taka seg úr nevndini fyri at verja umdømi hjá samtakinum.

 

Sostatt hava tríggjar kvinnur seinastu tveir mánaðirnar fingið týðandi sessirnar sum forstjóri, nevndarforkvinna og næstnevndarforkvinna í Betri-samtakinum. Í øllum førum til nýggjur stjóri er settur og nevndin í P/F Betri skipar seg av nýggjum eftir at Ognarfelag Tryggingartakaranna velur nýggja nevnd á aðalfundinum í apríl næsta ár.

 

Umframt tær tríggjar, so eru tveir av hinum stjórunum í leiðsluni í Betri eisini kvinnur. Tað eru Ingunn Ósk Eiriksdóttir, sum er forstjóri í Betri Trygging, og Kára á Dunga, sum er stjóri í Betri Heim.

 

Leiðslan í Betri-samtakinum er sostatt nú Evy J. Jacobsen, forstjóri, Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, Ingunn Ósk Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging og Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.