Valfundur
Vongurin hjá Høgna Hoydal hevur tikið yvir í Tjóðveldisflokkinum. Fólkaflokkurin hevði fýra kvinnur við á fundinum, men tær fingu ikki orðið. Sambandsflokkurin goymdi formannin av vegnum.
Veljarafundurin í Norðurlandahúsinum sendi ávís tekin út, sum fók væl løgdu merki til, men kanska ikki øll hugsa um.
Millum annað møtti Fólkaflokkurin á fundi við trimum kvinnum, og roknaði veljarin sjálvandi við, at nú fór okkurt nýtt og áhugavert at verða at hoyra frá hesum valevnunum.
Men tað var so eiðasørt, at tær fingu orðið. Ein teirra var enntá royndur politikari, sum komin var úr Klaksvík, ivaleyst við eini røðu í taskuni.
Men her valdi flokkurin so heldur at lata løgmann og tveir landsstýrismenn, sum ongan nýggjan boðskap høvdu, fáa talutíðina, eins og Óli Breckmann, hvørs áskoðanir hvørt mannsbarn kennir, var heilar tvær ferðir á røðarapallinum.
Kenslan, fólk kring landið sótu eftir við, var, at her var talan um eitthvørt sølukatalog, har vakrar kvinnur verða nýttar sum sølufremjandi íkast.
Tjóðveldisflokkurin møtti við vælmannaðum Hoydalsveingi. Týðuligt var eisini at merkja, at teir høvdu skipað seg við klapparum, sum tó mest klappaðu fyri ávísum valevnum, meðan onnur fóru meira stillisliga framvið.
Eingin ivi tykist vera um, at í Eysturoynni er taktikkurin, at Torbjørn Jacobsen skal førast fram, og hann fekk eisini góða tíð á fundinum sunnukvøldið. Sigast skal eisini, at hann dugdi at nýta tíðina.
Sambandsflokkurin har aftur í móti tóktist koma eitt sindur tvørt fyri. Har er eingin greið linja at hóma hjá tí, sum ikki fær ein greiðan taktikk haðani lagdan fram undan slíkum fundi.
Fyrverandi formaðurin, Edmund Joensen, sum fólk annara hava fingið fata av, ikki myndar flokkin meira, var tann sum fekk mesta tíð, meðan formaðurin var sett upp allarseinast við tveimum minuttum, har hon ikki segði veljaranum nakað sum helst. Metingar eftir fundin vóru so mikið harðar, at onkur vildi vera við, at Sambandflokkurin seldi fólkatingssessin, veljarakanningarnar hava givið honum, á hesum fundinum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur bara menn uppstillaðar, og teir eru bara tríggir í tali, so har var ikki so nógv at velja í. Teir kláraðu seg eisini hampiliga væl á fundinum.
Miðflokkurin har aftur í móti møtti bara við monnum, hóast onkur kvinna er á listanum. At Miðflokkurin fer at kappast við Fólkaflokkinnum um, hvør fer at hava mesta ávirkan á, hvussu orðini í Gamla Testamenti, hvussu Ísrael fer at yvirliva, fara at ganga út, gevur neyvan nógvar atkvøður.
Javnaðarflokkurin tóktist vera tann, sum hevði besta býtið. Helvt um helvt kvinnur og menn. Øll fingu orðið, hóast formaðurin var tvær ferðir.