Kvinnurnar upp á styrkislistanum

Góðu úrslitini hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Luksemburg herfyri sæst nú aftur á nýggjasta styrkilistanum hjá FIFA, ið júst er almannakunngjørdur Í mars mánaði lógu føroysku kvinnurnar á einum 76. plássi í 1327 stigum, men eftir javnleikin móti Kazakstan og sigrarnar móti Lettlandi og Luksemburg, eru nú 12 stig komin afturat, so at føroysku kvinnurnar nú eru nummar 71 av teimum 150 londunum, sum hava kvinnulandslið at vísa á. Jamaica hevur eisini 1339 stig, ið er tað sama, sum Føroyar hava.

Í evropiskum samanhangi eru føroysku kvinnurnar framvegis nummar 37 av 47 ? og framvegis trý pláss aftan fyri Kasakstan. Beint omanfyri okkum liggur Turkaland við 1342 stigum og beint undir okkum Fijioyggjar 1335 stigum. Undir okkum á evropeiska listanum er Norðurírland, ið hevur 1316 stig.