FÓLKASKÚLIN
Kvinnurnar eru av álvara við at yvirtaka føroyska fólkaskúlan. Í dag starva 708 lærarar í føroyska fólkaskúlanum, harav 375 eru konufólk ella meiri enn helmingurin. Fyri minni enn eini fjórðingsøld síðani var støðan tann øvugta. Tá var triðingurin av lærarum kring landið kvinnur.
Fyrr vóru lærarar annaðhvørt tænastumenn, ársvikarar ella tímalærarar. Í seinnu helvt av nítiárunum varð hetta broytt, og tey, sum í nógv ár høvdu verið ársvikarar og tímalærarar, gjørdust nú sáttmálasett. Í hagtølum frá Mentamálastýrinum síggja vit, at nógv teir flestu lærararnir, sum eru settir sum tænastumenn, eru mannfólk. Ikki færri enn 193 av 333. Samsvarandi eru bert 104 konufólk sett sum tænastumenn. Hinvegin er myndin tann øvugta, tá ið tað snýr seg um sáttmálasettar lærarar. Har eru 192 kvinnur og 76 mannfólk. Út frá hesum tølum síggja vit, at flestu tænastumenninir, sum í dag eru fólk uppi í árunum, er menn, meðan flestu sáttmálasettu eru yngri kvinnur.
Á flestu skúlum er kynsbýtið enn javnt, men á nøkrum skúlum eru kvinnurnar farnar væl fram um í tali. Hví kynsbýtið er broytt so munandi eftir lutfalsliga ikki so nógvum árum, eru nógvar metingar um. Lærarayrkið er í dag nógv øðrvísi enn fyrr. Uppgávan hjá læraranum er vorðin í líka stóran mun uppalingarlig og sosial sum bóklig. Og tað er kanska hesum menninir flýggja undan.
- Konufólk velja enn í rættiliga stóran mun útbúgvingar, sum hava við menniskju at gera. Í góðum tíðum velja menn útbúgvingar og arbeiði, sum eru betur lønt enn lærarastarvið. Í ringum tíðum, tá ið væl løntu størvini eru færri í tali, velja menn aftur fólkaskúlan, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
Hesum tekur rektarin á Føroya Læraraskúla, Pauli Nielsen, undir við.
- Áðrenn kreppuna sóu vit, at fleiri menn fóru úr fólkaskúlanum í væl lønt arbeiði, men tá ið kreppan kom, komu teir afturíaftur. At uppgávan hjá læraranum er broytt so nógv, er helst ein orsøk til, at teir flýggja. Hinvegin síggja vit, at mannligir lærarar sum eru avgjørt síggja lærarayrkið sum eina heildarkenda uppgávu, sigur Pauli Nielsen.
At fleiri kvinnur enn menn velja lærarayrkið sum sítt lívstarv, er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi.
- Alla staðni síggja vit, at konufólk eru vit at taka seg inn á menninir, at tær velja góðar útbúgvingar og at tær í nógv størri mun enn fyrr sita í góðum og væl løntum størvum. Kvinnur taka útbúgvingina í størri álvara mangan enn menninir, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Óheppin gongd
Tað er ikki heppið fyri fólkaskúlan, um gongdin verður tann, at fá mannfólk velja at starvast í fólkaskúlanum um nøkur ár.
- Tað er eftir mínum tykki sera óheppið. Tað besta er ein góð javnvág millum kynini og at líka nógv ung sum eldri starvast í fólkaskúlanum. Tað gevur tað besta samspælið, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Ein vandi í hesi gongdini kundi verið, at ávísar lærugreinir detta burtur úr, tí menninir halda seg burtur, men soleiðis vísir tað seg tíbetur ikki.
- Lærugreinir, sum mannfólk mangan velja, eru framvegis væl umboðarar, eitt nú alisfrøði og støddfrøði, sigur Pauli Nielsen.
Gongdin kann vendast heldur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, um vit leggja okkum eftir at tosa fyri læraraútbúgvingini soleiðis sum gjørt verður aðrastaðni.
- Lærarastarvið er eitt spennandi arbeiði. Hinvegin eri eg ikki fyri, at vit tilvitað taka mannligu umsøkjararnar til Læraraskúlan framum konufólkini fyri at stýra gongdina á tann hátt, sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Nýggja fólkaskúlalógin hevur nógvar avbjóðingar til einstaka læraran, og hon er kanska orsøkin til, at talið á mannfólki, sum útbúgva seg til lærara, er vaksið eitt vet seinastu fáu árini, hóast teir rættiliga týðiliga velja aðrar útbúgvingar framum, sigur Pauli Nielsen.
Menn skúlastjórar
Valdsbýtið í føroyska fólkaskúlanum er kortini heilt øvugt galdandi kynsbýti. Á teimum størstu skúlunum kring landið eru 14 menn og 4 konufólk skúlastjórar. Ellivu menn eru varaskúlastjórar og 5 konufólk. Myndin er nøkulunda tann sama, hyggja vit at skúlaleiðarunum á teim minnu skúlunum.
- Tað líkist ongum, at tað er so. Fyrr vórðu menn tiknir fram um konufólk, tá ið skúlastjórastørv skuldu setast, uttan nakra grund. Hetta er tíbetur broytt og nú søkja fleiri kvinnur slík størv, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Samlað meting
Á Føroya Læraraskúla ganga í dag 100 næmingar í fýra árgangum, harav 28 eru mannfólk ella gott og væl fjórðingurin. Talið á mannligum lesandi er nakað hægri í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Vanliga søkir eitt rættiliga stórt tal á fólki inn á Læraraskúlan á hvørjum ári.
- Vit hyggja ikki bert eftir próvnum hjá umsøkjaranum. Lívsroyndir og arbeiðsroyndir av ymiskum slag telja eisini við. Tað vísir seg, at menninir dragna afturúr í samlaðu metingini. Vit vita, at menninir fækka í tali í fólkaskúlanum, men kortini hava menn ikki fyrimun av teirri grund at sleppa inn á skúlan. Heldur ikki umhugsa vit at velja út á tann hátt, sigur Pauli Nielsen.
Sama gongd hevur gjørt seg galdandi millum undirvísararnar á Føroya Læraraskúla. Væl fleiri konufólk undirvísa í mun til fyri fáum árum síðani.