Kvinnustevna í Leguhúsinum í Nesvík flaggdagin

Leygardagin hin 25. apríl, sum samstundis er flaggdagur, verður árliga landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum

 

Stevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík, og hetta er ein stevna, sum kvinnurnar gleða seg til. Tá hitta tær kvinnur úr øllum landinum, sum tær annars sjáldan síggja.

 

- Tær savnast í og um Jesu navnið og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

 

Sleiðis sigur Kirkjuliga Heimamissiónin í tíðindaskrivi.

 

Dagurin byrjar við morgunmati klokkan 9, og bíbliutími verður klokkan 10. Klokkan 11.30 verður áhugatími um “gráa gullið”, og klokkan 13. verður miðmáli. 

 

- Klokkan 15 verður medarbeiðarafundur, og tá verður frágreiðing frá arbeiðnum og frítt orðaskifti um arbeiðið.

 

Leiðslutoymið fer eisini at syngja.

 

Á árligu landsstevuni verður døgurði klokkan 18, og klokkan 19 verður andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild, og tá verða vinnaranumrini kunngjørd.

 

- Evsta mark fyri tilmelding til árliga landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum er sunnudagin hin 19. apríl, og allar kvinnur eru vælkomnar.