Kvinnusteypið um vikuskiftið

Kappingin um Kvinnusteypið fer fyri fyrstu ferð av bakkastokki í morgin, leygardagin.

Henda kappingin er lík Klaksvíkskappingini, men einasti munurin er, at nú er tað ovastu kvinnuliðini, sum kappast. Liðini, sum fara at spæla um Kvinnusteypið í ár, eru KÍ, AB, EB/Streymur og B36, sum eisini skipar fyri kappingini. Hálvfinalurnar vera í morginárini kl. 10 á ovara og niðara vølli í Gundadali, meðan finalan verður í annaðkvøld. Lutakast verður um hálvfinalurnar í morgin.