Eftir kommunuvalið í gjár er kvinnuumboðanin í kommunustýrunum kring landið styrkt.
Nú eru 68 av teimum 201 kommunustýrislimunum í landinum konufólk, tað er 34 prosent. Eftir kommunuvalið í 2012 vóru 55 av teimum 203 kommunustýrislimunum konufók, tað er 27 prosent.
Í Fugloyar kommunu er lutfalsliga flest konufólk í bygdaráðnum, tí har eru tveir av trimum limum konufólk. Í Havnini hava konufólk næst bestu umboðan. Har eru 8 av 13 býráðslimum konufólk, tað er 62 prosent. Í bygdaráðnum í Skálavík eru 60 prosent konufólk, tað eru tríggir av fimum bygdaráðslimum.
Í trimum bygdum eru ongi konufólk í kommunustýrinum. Tað er í Skúvoy, Fámjin og Sumba. Eftir valið í 2012 vóru ongar kvinnnur í fýra bygdaráðum, í Viðareiði, í Sumba, á Sandi og í Hvalba.
Í Sørvági hava kvinnurnar gjørt størstu framgongdina. Har eru tær farnar frá at vera ein av sjey limum til í dag at hava meirilutan, fýra av sjey limum. Í Hvalba, Runavík, Vági, Havn og Viðareiði eru tvær kvinnur komnar inn í kommunustýrið. Størsta afturgongdin er í Fámjin, har báðar kvinnurnar mistu sínar bygdaráðssessir.