At skipa fyri kvinnuveitslu er ikki nýtt fyribrigdi. Fyrsta veitslan var fyri 10 árum síðani í Tórshavn. Tá tóku nakrar kvinnur seg saman og skipaðu fyri. Birita Mohr og Hjørdis Johansen undirhildu og var hetta sera væl eydnað.
Onkur av fyrireikarunum búgva í øøøkeypmannahavn og royna at halda lív í hesum tátti. Fyri tveimum árum síðani varð aftur kvinnuveitsla í Keypmannahavn og nú leygarkvøldið 6. mars verður aftur skipað fyri slíkarai veitslu við galla-døgurða og undirhaldi.
Menn sleppa møguliga inn aftaá midnátt, men í nýggja Føroyahúsinumhúsinum er soleiðis, at eingin sleppur inn eftir miðnátt, tí húsið ligur inni í einum garði, og portrið læsir kl. 24.
So tað er óvist, hvussu lagnan hjá monnunum verður hetta kvøld.
Men fyrr hevur riggað væl, eisini uttan menn, og dansurin hevur gingið av tí allar besta til klokkan 3:30, sigur ein av fyrireikarunum, Heidi Andrasen.
Undirhald
Fyri tveimum árum síðani undirhildu ungar kvinnur, men leygarkvøldið eru tað aftur Birita og Hjørdis, júst sum fyri 10 árum síðani. Sagt verður um undirhaldið, at tað snýr seg mest um kvinnur og at tær verða skemtiliga viðfarnar. Sagt verður, at kvinnurnar eisini kunnu fara undir beltið, tá um skemt ræður.
Elin Heinesen, Unn Patursson, Malan Eyðunsdóttir syngja.
Áður hevur verið prýtt. Seinast tók Heidi Poulsen sær av hesum og evnið var kontrastur og motivini kvinnur, Móðir Theresa og Margaret Thatcher.
Í ár taka Heidi Poulsen og Armgarð Weyhe sær av at prýða hølini.
Roynt verður at nýta kvinnur til alt arbeiði í sambandi við veitsluna.
Kvinnunum dáma væl tiltakið og luttakaralistin er langur. Seinast vóru nógvar við, yngri og eldri. Mett verður, at tær mundu liggja frá 20 ára aldri upp til 70 ár.
Vit ynskja teimum góða veitslu.